Mangaverkstova verður á ungdómsbókasavninum. Vit fara at tekna filmsplakat útfrá filminum Belle, sum verður vístur 18. januar kl. 15:30 og 19. januar kl. 14.00 í Havnar Bio. Men tað ber eisini til, at gera eina filmsplakat útfrá onkrari aðrari søgu ella filmi. Tað verður Anna Sofía Andreasen ið fer at hava verkstovuna.
Tey sum vilja, kunnu luttaka í einari kapping um bestu filmsplakat. Vinnarin fær gávukort til Havnar Bio.
Kom og royn teg í at gera ljóðeffektir til film saman við Høgna Fagraberg, sum fer at leiða verkstovuna. Á enskum verður hugtakið, at gera ljóðeffektir til film kallað fyri ''foley''. Í filmsgerð er foley endurgevingin av gerandisligum ljóðum, sum verða løgd afturat filmum, video og øðrum miðlum í eftirframleiðsluni fyri at økja um ljóðgóðskuna.
Kl. 13. og kl. 15. fer Høgni at greiða frá sínum royndum og hann fer at hava eina stutta innleiðslu um hvat ljóðeffektir er.
Børn sleppa at royna seg sum dubbarar! Tey sleppa at leggja rødd til ein leiklut úr einari senu úr filminum: Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum.
Samstarv við Kringvarp Føroya.
Í 2006 gjørdu Angela og Hannibal sendingina KLÚ. Tey bæði hava veruliga brúk fyri klú, tí Angela og Hannibal eru tveir detektivar, sum royna at fanga forherðingin Ib Ulrik. Hesin óargaligi Ib Ulrik bara stjelur og ætlar at byggja eina rakett og rýma til Mars.
Klokkan: 10:30-15:00
Samstarv við Kringvarp Føroya.