Hvat er dubbing?
Orðið "dubbing" kemur úr enskum og lýsir mannagongdina hvussu til ber leggja aðra rødd ella eitt annað tungumál til ein útlendskan film. Sjónleikarar inntala orð og setningar soleiðis at tey samsvara við munnrørslurnar hjá filmsleikarunum.
Klokkan: 11:30-13:00
Børn sleppa at royna seg sum dubbarar! Tey sleppa at leggja rødd til ein leiklut úr einari senu úr filminum: Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum.
Samstarv við Kringvarp Føroya.
Hvat er dubbing?
Orðið "dubbing" kemur úr enskum og lýsir mannagongdina hvussu til ber leggja aðra rødd ella eitt annað tungumál til ein útlendskan film. Sjónleikarar inntala orð og setningar soleiðis at tey samsvara við munnrørslurnar hjá filmsleikarunum.
Klokkan: 11:30-13:00
Hugflogið fer til stroks í hesum litríka, undurfulla filminum, sum franska filmsfelagið Dandeloo hevur latið úr hondum. “Søgur úr fuglahúsinum” er ein røð av stuttfilmum, sum byggja á 9 ymiskar barnabøkur eftir víðagitnar teknarar.
Filmurin spælir í ring.
Sýning av partinum: "Rím" úr Vinus og Vimús, sum Páll Danielsen úr Kringvarpinum hevur framleitt. Eftir tað fer tað at vera møguleiki fyri at spæla nøkur spøl úr Vinus og Vimús.
Samstarv við Kringvarp Føroya.
Sýning av partinum: "Tróndur og Kári", úr Brævkassanum, sum Eyðun Müller Thomsen og Karen Kristianna Gram úr Kringvarpinum hava framleitt. Eftir tað fara Steintóra Erhardsdóttir, prestur, og Danny Baldursson, tónleikari, at svara spurningum, sum børn og vaksin kunnu seta teimum beinleiðis úr reyðu sofuni í Perluni.
Klokkan: 14:30-15:15
Samstarv við Kringvarp Føroya.