Sýning av partinum: "Tróndur og Kári", úr Brævkassanum, sum Eyðun Müller Thomsen og Karen Kristianna Gram úr Kringvarpinum hava framleitt. Eftir tað fara Steintóra Erhardsdóttir, prestur, og Danny Baldursson, tónleikari, at svara spurningum, sum børn og vaksin kunnu seta teimum beinleiðis úr reyðu sofuni í Perluni.
Klokkan: 14:30-15:15
Samstarv við Kringvarp Føroya.
Í Vallbakkaskóginum búgva nógv ymisk dýr, bæði stór og smá, við Klintrimús á odda. Hini dýrini eru m.a. tann skilagóði Skógmús-Mortan, bakarameistarin Haru-Per og Bamsu-Pól, sum er hann, ið ræður. Sjálvandi mugu vit ikki gloyma Reva-Mikkjal og Pætur Pinnagrís, sum eisini búgva í skóginum, men teir eru ikki so fittir.
Í 2006 gjørdu Angela og Hannibal sendingina KLÚ. Tey bæði hava veruliga brúk fyri klú, tí Angela og Hannibal eru tveir detektivar, sum royna at fanga forherðingin Ib Ulrik. Hesin óargaligi Ib Ulrik bara stjelur og ætlar at byggja eina rakett og rýma til Mars.
Klokkan: 10:30-17:00
Samstarv við Kringvarp Føroya.
Í einum býi, sum er undir jørð, búgva nakrar mýs. Lítla, listarliga músin Selestina hoyrir ræðusøgur um harðligu og farligu bjarnirnar, sum búgvi í einum býi, sum er oman á yvirflatuni. Hóast Selestina verður ávarað, droymir hon um at gerast vinur við bjarnirnar. Og dreymurin verður til veruleika, tá ið Selestina hittir ta illsintu og fátæku bjørnina Ernst. Hetta verður byrjanin til eitt vinaband, sum bæði mýs og bjarnir royna at steðga. Men bondini millum Ernst og Selestinu eru sterk, og tey geva ikki upp uttan víðari.