Um filmin
Uppruna heiti: Dyrene i Hakkebakkeskogen
Longd: 75 min
Framleiðslu ár: 2016
Land: Noreg
Leikstjóri: Rasmus A. Sivertsen
Í Vallbakkaskóginum búgva nógv ymisk dýr, bæði stór og smá, við Klintrimús á odda. Hini dýrini eru m.a. tann skilagóði Skógmús-Mortan, bakarameistarin Haru-Per og Bamsu-Pól, sum er hann, ið ræður. Sjálvandi mugu vit ikki gloyma Reva-Mikkjal og Pætur Pinnagrís, sum eisini búgva í skóginum, men teir eru ikki so fittir.
Um filmin
Uppruna heiti: Dyrene i Hakkebakkeskogen
Longd: 75 min
Framleiðslu ár: 2016
Land: Noreg
Leikstjóri: Rasmus A. Sivertsen
Stopmotion er ein filmsteknikkur, har tú nýtir marionettir, leir ella annað til at gera animatiónir. Vit kenna arbeiðsháttin úr røðini L fyri Lomb, sum ofta er at síggja í sjónvarpinum.
Sólvá Svartafoss fer at leiða verkstovuna.
Børn sleppa at royna seg sum dubbarir! Tey sleppa at leggja rødd til ein leiklut úr einari senu úr filminum: Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum.
Klokkan: 11:30-13:00
Samstarv við Kringvarp Føroya.
Í sambandi við barnafilmsfestivalin, sýnir Løkshøll japanska ungdómsfilmin Belle 18. januar kl. 16:00, aftaná sýningina verður eitt Manga Takk tiltak í Gulu Smiðju. Vit hava boðið Bjørk Jónheðinsdóttir Tróndheim, at greiða frá um sítt arbeiði við myndprýðing og animatión.