Bjørk er fødd í Havn 1996 og hevur gingið á kenda skúlanum "Animation Workshop" í Viborg. Seinastu tvey árini hevur hon búð og virkað í Seul í Suðurkorea og arbeitt har. Umframt eitt upplegg frá Bjørk, so fara vit at hava tekniverkstovu og bjóða asiatisk bomm o.a. Hetta tiltakið er alment, tvs. tey yvir 18 eru eisini vælkomin.
Gula smiðja er annars opin sum vant, til kl. 01 hetta kvøldið.
Í sambandi við barnafilmsfestivalin, sýnir Løkshøll japanska ungdómsfilmin Belle 18. januar kl. 16:00, aftaná sýningina verður eitt Manga Takk tiltak í Gulu Smiðju. Vit hava boðið Bjørk Jónheðinsdóttir Tróndheim, at greiða frá um sítt arbeiði við myndprýðing og animatión.
Bjørk er fødd í Havn 1996 og hevur gingið á kenda skúlanum "Animation Workshop" í Viborg. Seinastu tvey árini hevur hon búð og virkað í Seul í Suðurkorea og arbeitt har. Umframt eitt upplegg frá Bjørk, so fara vit at hava tekniverkstovu og bjóða asiatisk bomm o.a. Hetta tiltakið er alment, tvs. tey yvir 18 eru eisini vælkomin.
Gula smiðja er annars opin sum vant, til kl. 01 hetta kvøldið.
Børn sleppa at royna seg sum dubbarir! Tey sleppa at leggja rødd til ein leiklut úr einari senu úr filminum: Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum.
Samstarv við Kringvarp Føroya.
Hugflogið fer til stroks í hesum litríka, undurfulla filminum, sum franska filmsfelagið Dandeloo hevur latið av hondum. “Søgur úr fuglahúsinum” er ein røð av stuttfilmum, sum byggja á 9 ymiskar barnabøkur eftir víðagitnar teknarar.
Filmurin spælir í ring.
Stopmotion er ein filmsteknikkur, har tú nýtir marionettir, leir ella annað til at gera animatiónir. Vit kenna arbeiðsháttin úr røðini L fyri Lomb, sum ofta er at síggja í sjónvarpinum.
Eir í Ólavsstovu fer at leiða verkstovuna.