Ostahúskjallarin

19. januar

Angela og Hannibal: KLÚ

Hvar?
Ostahúskjallarin
Mál:
Føroyskt
Aldursmark:


KLÚ fer at koyra í loop á lítlum skermi í Ostahúskjallarinum.

Í 2006 gjørdu Angela og Hannibal sendingina KLÚ. Tey bæði hava veruliga brúk fyri klú, tí Angela og Hannibal eru tveir detektivar, sum royna at fanga forherðingin Ib Ulrik. Hesin óargaligi Ib Ulrik bara stjelur og ætlar at byggja eina rakett og rýma til Mars.

Klokkan: 10:30-17:00

Samstarv við Kringvarp Føroya.


KLÚ fer at koyra í loop á lítlum skermi í Ostahúskjallarinum.

Sí Facebook eventKeyp atgongumerki
Kostnaður:
Sí Facebook event

Ókeypis

Aðrir filmar

Skúlaflokkurin hjá mær í Grønlandi + Tann óveruliga verðin hjá Aldu

Hvar?
Varpið
Mál:
Føroyskt
Aldursmark:
9+

Sýndir vera fýra partar av nýggju heimildarseriuni ''Mín skúlaflokkur í Grønlandi'' og ein partur av ''Tann óveruliga verðin hjá Aldu''.

Royn teg í at gera ljóðeffektir

Hvar?
Ostahúsið
Mál:
Føroyskt
Aldursmark:

Kom og royn teg í at gera ljóðeffektir til film saman við Høgna Fagraberg, sum fer at leiða verkstovuna. Á enskum verður hugtakið, at gera ljóðeffektir til film kallað fyri ''foley''. Í filmsgerð er foley endurgevingin av gerandisligum ljóðum, sum verða løgd afturat filmum, video og øðrum miðlum í eftirframleiðsluni fyri at økja um ljóðgóðskuna.
Kl. 13. og kl. 15. fer Høgni at greiða frá sínum royndum og hann fer at hava eina stutta innleiðslu um hvat ljóðeffektir er.

Legg rødd til Klintrimús

Hvar?
Perlan
Mál:
Føroyskt
Aldursmark:

Børn sleppa at royna seg sum dubbarar! Tey sleppa at leggja rødd til ein leiklut úr einari senu úr filminum: Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum.

Samstarv við Kringvarp Føroya.