Klaksvíkar Bókasavn

17. januar

Søguløta: Palli hjálpir einum riddara

Hvar?
Klaksvíkar Bókasavn
Mál:
Føroyskt
Aldursmark:

Søguløta verður á nýggja barnabókasavninum, har vit fara at hoyra søguna "Palli hjálpir einum riddara" eftir Jan Lööf. Í samband við at tað er Barnafilmsfestivalur kunnu børnini aftaná, um tey hava hug, tekna søguna, sum eina filmsplakat.

Sí Facebook eventKeyp atgongumerki
Kostnaður:
Sí Facebook event

Ókeypis

Aðrir filmar

Úlvafólk & DJ Kingz og Kæti

Hvar?
Norðurlandahúsið
Mál:
Føroyskt
Aldursmark:

Barnafilmsfestivalurin verður settur við einum braki. Byrjað verður kl. 17.00. Tá trína DJ Kingz á pallin, meðan KÆTI skipar fyri barnaundirhaldi og bjóðar poppkorn.

Ein hálvan tíma seinni letur Norðurlandshúsið dyrnar upp í stóru Høllini, har Oscar-tilnevndi animatiónsfilmurin Úlvafólk (en: Wolfwalkers) verður sýndur. Tað serstaka við sýningini er, at filmurin verður ljóðsettur við føroyskari talu samstundis, sum filmurin spælir. Hetta kallast eisini live-dubbing.

Undirhald fyri øll børn og barnsligar sálir!

Sópa - eftir Jensinu Olsen

Hvar?
Perlan
Mál:
Føroyskt
Aldursmark:

Í 2007 gjørdi Jensina Olsen 22 partar av einum dukkufilmi ið kallaðist Sópa. Sópa fer at koyra í loop á lítlum skermi við oyratelefonum í Perluni.

Samstarv við Kringvarp Føroya.

Royn teg í stopmotion

Hvar?
Bókasavnið við Løkin
Mál:
Føroyskt
Aldursmark:

Stopmotion er ein filmsteknikkur, har tú nýtir marionettir, leir ella annað til at gera animatiónir. Vit kenna arbeiðsháttin úr røðini L fyri Lomb, sum ofta er at síggja í sjónvarpinum.

Martin Vang Vilhelm fer at leiða verkstovuna.