Í 2007 gjørdi Jensina Olsen 22 partar av einum dukkufilmi ið kallaðist Sópa. Sópa fer at koyra í loop á lítlum skermi við oyratelefonum í Perluni.
Samstarv við Kringvarp Føroya.
Hugflogið fer til stroks í hesum litríka, undurfulla filminum, sum franska filmsfelagið Dandeloo hevur latið av hondum. “Søgur úr fuglahúsinum” er ein røð av stuttfilmum, sum byggja á 9 ymiskar barnabøkur eftir víðagitnar teknarar.
Filmurin spælir í ring.
Frumsýning av filmunum í 48 Tímar kappingini - vinnarin av teimum 10.000 krónunum verður funnin.
Samstarv við Klippfisk.
Kom og royn teg í at gera ljóðeffektir til film saman við Høgna Fagraberg, sum fer at leiða verkstovuna. Á enskum verður hugtakið, at gera ljóðeffektir til film kallað fyri ''foley''. Í filmsgerð er foley endurgevingin av gerandisligum ljóðum, sum verða løgd afturat filmum, video og øðrum miðlum í eftirframleiðsluni fyri at økja um ljóðgóðskuna. Kl. 13. og kl. 15. fer Høgni at greiða frá sínum royndum og hann fer at hava eina stutta innleiðslu um hvat ljóðeffektir er.