Sýning av partinum: "Óargaliga biin og litfagrir summarfuglar" úr Pipp Papp Hey, sum Jensina Olsen hevur framleitt í samstarvi við Kringvarp Føroya. Eftir tað fer Jensina at framføra.
Klokkan: 10:30-11:15
Samstarv við Kringvarp Føroya.
Kom og royn teg í at gera ljóðeffektir til film saman við Høgna Fagraberg, sum fer at leiða verkstovuna. Á enskum verður hugtakið, at gera ljóðeffektir til film kallað fyri ''foley''. Í filmsgerð er foley endurgevingin av gerandisligum ljóðum, sum verða løgd afturat filmum, video og øðrum miðlum í eftirframleiðsluni fyri at økja um ljóðgóðskuna.
Kl. 13. og kl. 15. fer Høgni at greiða frá sínum royndum og hann fer at hava eina stutta innleiðslu um hvat ljóðeffektir er.
Rókur Heinesen fer at greiða frá sínum royndum í animasjónsarbeiði.
Børn sleppa at royna seg sum dubbarar! Tey sleppa at leggja rødd til ein leiklut úr einari senu úr filminum: Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum.
Samstarv við Kringvarp Føroya.